Mynd: Havforskningsinstituttet

Norges Sildesalgslag: - Fantastisk svartkjaftavika

Fleiri enn 40 skip landaðu næstan 80.000 tons av svartkjafti í Noregi í síðstu viku

Mynd: Havforskningsinstituttet

Í Noregi verður latið væl at seinastu viku, tá ræður um svartkjaftalandingar av havleiðunum vestanfyri Írland.

 

Norges Sildesalgslag veit at siga, at fleiri enn 40 skip landaðu næstan 80.000 tons av svartkjafti í Noregi.

 

Samanborið við somu viku í fjør, har 56.000 tons vórðu landað, royndist seinasta vika munandi betur.

 

Serliga seinasti leygardagur var góður, tá Norges Sildesalgslag skrásetti fráboðaðar landingar á 26.000 tons.

 

Norges Sildesalgslag staðfestir eisini, at fram til endan av seinastu viku var beint yvir helmingurin av ársins svartjaftakvotu á 406.000 tons fiskað.

 

186.560 tons eru eftir at fiska av kvotuni, men fleiri skip eru nú liðug við sína kvotu.

 

- Tískil eru nú nógv færri skip á svartkjaftaleiðunum í løtuni, veit www.kystmagasinet.no at siga í dag.

 

 

 

 

 


 

 

Mynd: Havforskningsinstituttet