- Øktu gjøldini eru ikki nóg mikið til at møta avbjóðingunum hjá landskassanum frameftir. Neyðugt verður við øðrum átøkum, sigur fíggjarmálaráðharrin, Ruth Vang.

Landsstýrið vil tryggja langtíðar haldførið

- Neyðugt verður við átøkum fyri at styrkja inntøkugrundarlagið og at tálma útreiðsluvøkstrinum, sigur Ruth Vang, fíggjarmálaráðharri.

- Øktu gjøldini eru ikki nóg mikið til at møta avbjóðingunum hjá landskassanum frameftir. Neyðugt verður við øðrum átøkum, sigur fíggjarmálaráðharrin, Ruth Vang.

Framskrivingar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at fíggjarlógin fer at geva hall í 2024. 

 

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur í morgun lagt uppskot um játtanarkarmar fyri 2024 fyri Løgtingið. 

 

Samlaði útreiðslukarmurin fyri fíggjarlógina 2024 verður á 7.275 miljónir krónur. Av hesum er raksturin 6.579 miljónir og løgurnar 696 miljónir krónur.

 

Inntøkukarmurin verður 7.121 miljónir.

 

- Tað merkir, sigur fíggjarmálaráðharrin, at framskrivaða úrslitið í fíggjarlógini næsta ár verður 153 miljónir krónur í halli. 

 

Tað eru serliga útreiðslurnar innan almanna- og heilsugeiran, sum fara at veksa komandi árini.

 

- Hetta kemst serliga av broyttu fólkasamansetingini við tað, at talið á eldri borgarum veksur skjótari enn talið á fólki í arbeiðsførum aldri. 

 

Neyðugt við átøkum og betri fíggjarstýring 

 

Fyri at venda framskrivaða hallinum til avlop, er neyðugt at fremja átøk, sum tálma útreiðslunum og økja um inntøkurnar næstu árini.

 

- Avlopini kunnu bæði brúkast til at minka um landskassaskuldina og til at standa ímóti við til búskaparliga verri tíðir. 

 

Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um hægri veiðigjald og tøkugjald, sum skulu betra um haldførið hjá landskassanum.

 

- Men, øktu gjøldini eru kortini ikki nóg mikið til at møta avbjóðingunum hjá landskassanum frameftir. Neyðugt verður við øðrum átøkum. 

 

Landsstýrið ætlar at fremja átøk, sum skulu útvega tilsamans 214 miljónir  krónur í 2024, og ætlaðu átøkini hava við sær, at avlopið á fíggjarlógini fyri 2024 verður 60 miljónir krónur. 

 

Landsstýrið fer eisini at hyggja nærri at almenna geiranum við tí fyri eyga at fremja tillagingar, ið kunnu betra um almenna raksturin frameftir.

 

- Eisini fara vit at gera uppskot til styrkt fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal verða við til at tryggja haldførið og vælferðina í framtíðini. 

 

Ruth Vang sigur, at ætlanin er at broyta skattastigan, so fleiri fara rinda minni í skatti, og hon heldur, at hetta kann eggja fólki at arbeiða meira. 

 

Hóast prísvøkstur og inntøkuvøkstur hevur skattastigin verið óbroyttur seinastu átta árini.

 

- Hetta hevur havt við sær, at ein stór fjøld av vanligum løntakarum rindar høgan marginalskatt.

 

Á framløgufundinum fyri løtu síðan vísti fíggjarmálaráðharrin á, at ein vanligur sjúkrarøktarfrøðingur, sum arbeiðir niðursetta tíð, rindar meira enn helvtina av síni inntøku í skatti fyri hvørja eyka vakt.

 

- Hetta skal broytast, soleiðis at størri áhugi verður at arbeiða meira, segði Ruth Vang, tá hon fyri løtu síðan legði játtanarkarmarnar fyri 2024 fram í Smæruni.

 

 

 

- Øktu gjøldini eru ikki nóg mikið til at møta avbjóðingunum hjá landskassanum frameftir. Neyðugt verður við øðrum átøkum, sigur fíggjarmálaráðharrin, Ruth Vang.