Landsstýrismaðurin á ST-ráðstevnu um havið í Nice

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen, luttekur í hesum døgum á stóru ST-Havráðstevnuni “UN Ocean Conference”. Heimsins leiðarar eru komnir saman í Nice í Fraklandi at umrøða Heimsmál nr. 14, sum snýr seg um at verja og gagnnýta havið á ein burðardyggan hátt.

 

Landsstýrismaðurin var við til setanina av ráðstevnuni saman við grønlendska landsstýrisformanninum Jens-Frederik Nielsen og danska umhvørvisráðharranum Magnus Heunicke, har franski forsetin Emanuel Macron bjóðaði vælkomin til Nice.

 

Landsstýrismaðurin helt røðu, tá havgransking var á skránni. Í síni røðu vísti landsstýrismaðurin á týdningin av havgransking sum grundarlag fyri burðardyggari gagnnýtslu av havinum og fyri millumtjóða samstarvi.

 

##med2##

 

Hann greiddi frá, at havið er lívæðrin í føroyska samfelagnum – bæði búskaparliga og mentanarliga. At Føroyar raðfesta gransking og hava størsta útflutningin av fiskavørum í heiminum pr. íbúgva, og harvið gera eitt týðandi íkast til sunnan, burðardyggan og veðurlagsvinarligan mat til heimssamfelagið.

 

“Føroyar eru eitt lítið land við stórum havøki. Tað ger okkara støðu serliga – og tað ger eisini, at vit hava ein týðandi leiklut á altjóða pallinum. Luttøka á ráðstevnum sum hesi, er ein møguleiki at ávirka kósina, knýta sambond og gera vart við týdningin av burðardyggari gagnnýtslu av tilfeinginum í havinum,” segði landsstýrismaðurin.

 

##med3##

 

Landsstýrismaðurin fegnaðist um, at Havstovan tekur lut í einum tiltaki á ráðstevnuni seinni í vikuni, har evnini eru havstreymar, havsúrevni og hækkandi havstøði. Eisini greiddi landsstýrismaðurin frá, at Føroyar, Grønland og Danmark hava tikið við formansskapinum í Arktiska Ráðnum, og at Havið er millum høvuðsraðfestingarnar í formansskránni. Víst varð á stóru havráðstevnuna, ið Føroyar eru vertir fyri í 2026.

 

##med4##