Landsstýrismaðurin á vitjan í Suðuroy

Fríggjadagin 13. des. 2024 vitjaði landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum skúlar og stovnar í Suðuroy

Byrjað var kl. 08.00 í Skúlanum í Trongisvági, har skúlastjórin Jón Johannesen og deildarleiðarin Mona Brattalíð tóku ímóti. Landsstýrimaðurin luttók til morgunløtuna. Hann tosaði við næmingarnar um trivnað, um samskifti og um at taka sær av hvørjum øðrum.

 

Vitjað varð í skúlastovunum og tosað samskift varð við lærarar og næmingar. Í Trongisvágs skúla ganga næmingar í forskúla og 1. – 3. flokki, umframt at sertilboð er í skúlanum.

 

Síðani varð farið til morgunløtu í Tvøroyar skúla, har Jón Johannesen, skúlastjóri og Otto Gram, varaskúlastjóri tóku ímóti.

 

Landsstýrismaðurin tosaði við næmingarnar um trivnað og ta ábyrgd, vit hava, har vit eru stødd bæði viðvíkjandi samskifti og at vísa umhugsan hvør fyri øðrum. Hann umrøddi tann stóra týdning, ið virðiligt samskifti hevur, at vit leggja okkum nær at tosa hampiliga hvør við annan, eru blíð, ikki nýta niðrandi orð, og at vit altíð velja tað góða samskiftið, so at tey, vit eru saman við, kenna seg væl. Røðan kann lesast her.

 

Eisini vitjaði landsstýrismaðurin í einum 8. flokki, har sama evni varð umrøtt. Síðani varð víst runt á skúlanum, har skúlastjórin kunnaði um virksemi skúlans, fakhølini og sertilboðið.

 

Leiðin gekk síðani til Hvalbiar, har vitjað var í Hvalbiar skúla og í dagstovninum, Brosið. Í skúlanum tóku Eyðna Danielsen, skúlastjórin og Sigrun Toftheyggj, varaskúlastjóri ímóti. Landsstýrismaðurin tosaði við næmingar, leiðslu og lærarar skúlans.

 

Skúlatjórin vísti runt á skúlanum og kunnaði um ymsu virkisøkini, átøk, sum skúlin legði dent á og um hølisumstøðurnar. 

Á dagstovninum hitti landsstýrismaðurin leiðaran, Siri Næs Olsen, sum bjóðaði vælkomin og greiddi landsstýrismanninum frá arbeiðinum á dagstovninum, har frítíðarskúlin eisini er ein partur.

 

Leiðarin greiddi frá tí góða samstarvinum, sum er millum stovn og kommunu,  frá hølisviðurskiftunum og dagliga arbeiðinum á stovninum.  

 

Vitjanin endaði í Miðnámsskúlanum í Suðuroy, har landsstýrismaðurin bar nýsetta skúlastjóranum, Maritu Gunnarstein Nielsen, eina blómuheilsan og ynskti henni til lukku og blíðan byr í starvinum.

 

Landsstýrismaðurin heilsaði upp á lærarar og hitti eisini næmingar , sum arbeiddu við uppgávum og høvdu ymisk ynski til landsstýrismannin m.a. viðvíkjandi próvtøkutíðini komandi summar.