Landsverk bjóðar veitarum til kunningarfund

Landsverk bjóðar ráðgevarafyritøkum, byggifyritøkum og veitarum innan byggi- og anleggsøkið til kunningar- og dialogfund

Landsverk skrivar, at hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verið tvey tey seinastu árini. Hesaferð verður tað hildið fyri ráðgevarafyritøkum og byggifyritøkum samstundis. 

 

Á fundinum verður greitt frá verkætlanum, ið eru í umbúna og sum verða fyrireikaðar innan stutta og longri tíð. Hetta fevnir um bygningar, bygging, orkuskifti og annað.

 

Fundurin verður á høvuðsskrivstovuni hjá Landsverki Yviri við Strond 17, mikudagin 19. februar klokkan 14.30-16.15.