Langa flogferðin úr Heimey til Ísafjarðar loysti seg

Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í ÍBV eru nú triðfremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Talan gjørdist um eina langa flogferð og serliga uppliving hjá Janusi Dam Djurhuus, Dánjali Ragnarssyni og liðfeløgunum í ÍBV.

 

Hópurin hjá ÍBV mátti flúgva langa teinin úr Heimey til størsta býin á Vestfirðum, Ísafjørð at spæla dyst móti einum liði hjá einum ítróttarfelagi, ið eigur eitt serligt pláss í føroysku fótbóltssøguni.

 

Tað var nevnliga Hørður sum tók ímóti ÍBV í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í einari lítlari og trongari høll á Ísafirði í kvøld.

 

Tað var Hørður sum saman við hinum ítróttarfelagnum á Ísafirði, Vestri sum lat fyrst Ísafjarðarbikarið í 1955, og eftir tað lat ísafjarðasúlurnar, ið vóru gripurin føroyski steypavinnarin í fótbólti vann heilt fram til 1988. Frá 1989 hevur Føroya Løgmaður latið steypið. 

 

Tað eydnaðist ÍBV at sigra 33-30. Í fyrra hálvleiki var tað tó Hørður sum var omaná. Í steðginum var Hørður á odda 18-16. Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 29-29, men við góðum endaspurti knógvaðu eyjamenn ein 33-30 sigur heim. 

 

Dánjal skoraði eitt mál fyri ÍBV í kvøld, meðan Janus ikki kom á máltalvuna hesaferð.

 

ÍBV er triðfremst í deildini við 22 stigum fyri 17 dystir. Hørður er aftast í deildini við bert tveimum stigum, og longu nú er staðfest, at liðið má tungu leiðina niður í næstbestu deildina, hóast fýra dystir eru eftir at leika. 

 

Leygardagin fara Janus, Dánjal og liðfelagarnir í Laugardalshøllina í Reykjavík at heppa á Ingibjørg Olsen og hennara liðfelagar á kvinnuliðnum hjá ÍBV, ið skal spæla steypafinalu móti Vali klokkan 13 leygardagin.

 

Mánakvøldið klokkan 18 spæla mennirnir hjá ÍBV útidyst í Reykjavík móti ÍR.