Langur vegur til varandi frið í Ukraina

Norski uttanríkisráðharrin heldur tað vera positivt, at USA eftir øllum at døma vil trýsta Russland at taka undir við einari vápnahvíldaravtalu

 

 

 

 

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, er positivur eftir fundin í Saudi Arabia í dag millum Ukraina og USA.

 

- Enn er langur vegur til ein rættvísan og varandi frið, men vit ynskja felagsyvirlýsingini millum Ukraina og USA vælkomnari.

 

Tað sigur Espen Barth Eide við norska kringvarpið - NRK - í kvøld.

 

Norski uttanríkisráðharrin heldur tað vera positivt, at USA eftir øllum at døma vil trýsta Russland at taka undir við einari vápnahvíldaravtalu.

 

Tað eru nú meira enn trý ár síðan, at Russland leyp á Ukraina, og framvegis eru harðir bardagar millum herdeildir hjá báðum londunum.

 

Higartil hevur tað eydnast russum - við mongum túsund mistum mannalívum - at taka eini 20 prosent av ukrainskum landaøki.

 

Ukrainski herurin er eisini inni í russiska Kursk-landslutinum, har ukrainar sita á einum landaøki, sum er nakað minni enn Føroyar.

 

Á myndini omanfyri eru tað ukainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sum heilsast.