- Eitt bilafylgi við 109 lastbilum við neyðhjálp til Gazageiran varð álopið leygardagin, veit ST-hjálparfelagsskapurin, Unrwa, at siga.
Lagt verður aftrat, at 98 av lastbilunum vórðu rændir.
Unrwa rópar hendingina ringasta ránið av neyðhjálp, síðan gaza-kríggið gjørdist ein veruleiki fyri stívliga einum ári síðan.
- Bilafylgið við matvøruhjálpini slapp inn í Gazageiran úr Ísrael eftir einari leið, sum var ókend fyri hjálparfólkini.
Tað sigur Louise Wateridge í ST-felagsskapinum Unrwa við Reuters.
Hon vísir á, at hendingin vísir álvarsemi í avbjóðingunum at fáa neyðhjálp inn í Gazageiran.
- Ein slík hending ger, at matvørutørvurin bara verður størri, samstundis sum tvær milliónir fólk verða sett í eina enn verri støðu, leggur Louise Wateridge aftrat.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur Reuters seinnapartin í dag.
##med2##