Tað var sunnudagin, at trý fólk vórðu eftirlýst sum saknað í Diskovíkini í Grønlandi, og síðan hevur verið leitað.
Ein mannleys jolla er funnin, men higartil eru eingi spor funnin eftir teimum saknaðu.
Tað er Arktisk Kommando, sum leiðir leitingaátakið, og Grønlands Politi luttekur eisini.
Í morgun upplýsti Arktisk Kommando yvirfyri Sermitsiaq, at leitingin heldur fram - eisini við flogfari.
Sjálvboðin hava verið úti í jollum og leitað í økinum, har tóma jollan varð funnin, og í dag er leitiøkið víðkað.
- Tíverri hevur leitingin eftir teimum saknaðu einki úrslit givið higartil, sigur Arktisk Kommando við Sermitsiaq.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/leitad-verdur-eftir-trimum-saknadum-i-diskovikini