Leivur 30 ára dag sum stjóri hjá P/F Leif Mohr

Leivur Holm tók við sum stjóri í familjufyritøkuni P/F Leif Mohr tann 22. august í 1994

– Í dag fagna vit 30 ára starvsdagin hjá stjóra okkara, Leivi Holm, ið tók dirigentstavin 22. august í 1994. Hetta var í niðurgangstíðum, og fleiri fyritøkur høvdu tað sera trupult, harímillum eisini okkara.

 

Soleiðis skriva starvsfólkini hjá P/F Leif Mohr um stjóran seianstu 30 árini:

 

»Men við síni sterku leiðslu, ágrýtni og trúgv upp á framtíðina, eydnaðist tað at rógva tunga sjógvin og venda gongdini í fyritøkuni, ið abbi hansara stovnaði í 1935, og sum í dag telir yvir 80 starvsfólk.

 

Leivur hevur í øll hesi ár verið ein sannur leiðari, sum hevur víst veg, tá ið tað hevur verið torført, og sum hevur staðið saman við okkum øllum - starvsfólkum, viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum.

 

Takk fyri allar tær góðu løturnar í sosialum samanhangi, innan- og uttanlands. Hetta er ein stórur partur av tí, at vit øll trívast so væl í fyritøkuni.

 

Vit takka Leivi fyri trúgva tænastu, og vóna at fáa nógv góð ár afturat saman í fyritøkuni.

 

Hjartaliga til lukku við 30 ára starvsdegnum, Leivur.

 

Starvsfólkið hjá Leif Mohr«