Í lýsingini av søluni stendur, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin verður skipað.
- Men, kravið er, at fýra íbúðir skulu gerast sambært almennu byggisamtyktini.
Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta lendið til íbúðarverkætlan niðan Horn til sølu.
- Økið er umleið 630 fermetrar, og kostnaðurin fyri økið er 1.150 krónur fyri fermeturin - ella 724.500 krónur tilsamans.
Nærri kunning um søluna av lendinum kann síggjast um heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu - www.klaksvik.fo