Liðið hjá Halli og Sveini vann stórsigur á heimavølli

Talan gjørdist um fimm føroysk mál í heimasigrinum hjá Afturelding

Hallur Arason, Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding tóku í kvøld móti KA í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í Íþróttamiðstöðini Varmá í Mosfellsbær.

 

Afturelding vann stórsigur 33-22. Í steðginum var Afturelding á odda 17-14.

 

Hallur skoraði fýra mál og Sveinur skoraði eitt mál.

 

Afturelding hevur fýra stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini.

 

Komandi hóskvøld klokkan 20.30 spælir Afturelding dyst á útivølli móti ÍR Reykjavík.