Liðið hjá Jóhannes mátti lúta fyri meistarunum

Stjarnan tapti á heimavølli

Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni tóku í kvøld móti verandi meistarunum, FH í heimadysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

FH vann dystin 26-22. Stjarnan hevði leiðsluna tíðliga í dystinum, men eftir, at FH legði seg á odda 9-7 í 20. minutti slepti FH ikki leiðsluni aftur.

 

Jóhannes var við fýra málum millum næstbestu málskjúttarnar hjá Stjörnuni.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 20.30 spælir Stjarnan dyst á útivølli móti Fjölnir. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1FH5401148:14088
2Fram4301138:120186
3Haukar5302161:149126
4Grótta4301124:11866
5Afturelding4211124:111135
6ÍBV4211124:11775
7Stjarnan4202110:111-14
8Valur4112125:12053
9ÍR4112126:127-13
10Fjölnir4103104:136-322
11HK4103119:120-12
12KA4004100:134-340