Lille vann fyrsta dystin í bólkinum hjá KÍ

Lille vann 2-0 á Olimpic Ljubjana í tí fyrsta dystinum í bólki A í Europa Conference League

Lille sum vann franska meistaraheitið so seint sum í 2021 staðfesti, at teir eru sterkasta liðið í bólkinum hjá KÍ.

 

Lille tók seinnapartin ímóti Olimpic Ljubjana í bólki 1 í Conference League.

 

Lille vann 2-0 tá samanum kom, men teir kundu havt vunnið ein væl størri sigur.

 

Lille hevði níggju málroyndir innanfyri málrammurnar hjá Olimpic, meðan slovenska liðið bert hevði eina málroynd innanfyri málroyndirnar hjá Lille.

 

Kanadiski áleyparin, Jonathan David legði Lille á odda við einum brotssparki beint undan steðginum.

 

Ikki fyrrenn væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Lllle at økja til 2-0. Seinna málið skoraði turkiski miðvallarin, Yusuf Yazici.

 

Í annaðkvøld klokkan 20 spæla hini bæði liðini í bólkin í Bratislava, har Slovan Bratislava tekur ímóti KÍ.