Tummas Lervig, formaður í Lions Eysturoy/ Klaksvík handaði Haldori Gaardbo, formanni í Undirhúsinum á Toftum, ein kekk á 25.000 krónur.
Síðan handaði Petur Gaardlykke, skrivari í Lions Eysturoy/ Klaksvík, Nes kommunu 56 skelti við nøvnum á teimum gomlu húsunum/ búsetingunum í kommununi, sum felagið hevur latið gera.
Tá bygdasøgan Nes/ Toftir/ Saltnes var liðugt skrivað í 2017, heitti Nes kommuna á Janus Jensen og seinni eisini á Ólav Magnussen um at standa fyri at fáa savnað staðarnøvnini í Nes kommunu. Endamálið var at fáa tey útgivin talgilt.
- Til tess at fáa tilfarið so rætt sum møguligt, hava nógv heimildarfólk verið teimum til hjálpar.
Í Nes kommunu siga tey, at í 2023 var arbeiðið komið so mikið langt, at møguligt var at hava eina framløgu í skúlanum. Síðan varð henda fyrsta útgávan løgd á heimasíðuna hjá kommununi.
- Lions hevur víst hesi verkætlan stóran áhuga og ynskti at stuðla fíggjarliga við skeltum, sum verða sett upp runt um í kommuni í næstum. Umframt sjálvt navnið á húsunum/ búsetingini er ein QR-kota á skeltinum.
Lagt verður aftrat, at tá QR-kotan verður skannað við einari fartelefon, ber til at finna fram upplýsingar um húsini/ búsetingina, umframt at staðsetingin sæst á einum talgildum korti.
- Vit takka Janusi, Ólavi og øllum heimildarfólkum fyri sera gott arbeiði. Eisini takka vit Lions Eysturoy/ Klaksvík fyri sera gott samstarv og munagóðan stuðul til verkætlanina, siga tey í Nes kommunu.
##med2##