Listasavn Føroya fær hægri játtan

Listasavn Føroya hevur tørv á umfatandi umvæling, útbygging og nútímansgerð.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum verður játtanin til Listasavn Føroya hækkað úr 2,5 milliónum krónum til 4,5 milliiónir næsta ár.

 

– Samlaði fíggjartørvurin hjá Listasavninum til ætlanina er mettur at vera 60,5 mió. kr. Listasavnið er skipað sum sjálvsognarstovnur og hevur fingið tilsøgn frá grunnum um stuðul á tilsamans 40,5 mió. kr, stendur í fíggjarlógaruppskotinum.

 

Augustinus Fonden hevur givið tilsøgn um 17 mió. kr., Louis-Hansen Fonden hevur givið tilsøgn um 17 mió. kr., og Villum Fonden hevur givið tilsøgn um 6,5 mió. kr. Harumframt hevur Tórshavnar Kommuna givið tilsøgn um 3 mió. kr. í stuðuli. Treytin fyri útgjaldi er tó, at landið eisini átekur sær ein part av fíggingini.

 

Prosjekteringin er mett at kosta 4,5 mió. kr. Eykajáttan á 2,1 mió. kr. varð fingin til vega í 2023, harav 2 mió. kr. vóru til prosjektering. Játtaðar eru 2,5 mió. kr. í 2024 til at gera prosjekteringina lidna, so klárt er at fara undir útboð.

 

Fyrst í 2025 er ætlanin at leggja fyri Løgtingið uppskot um heimildarlóg, har landið átekur sær at fíggja 12,5 mió. kr. yvir trý ár, so landsins partur er ájavnt við størstu upphæddirnar frá útlendskum grunnum.