Fimm fólk fingu eftir øllum at døma skaða - tvey teirra eru eftir øllum at døma í lívsvanda, skrivar NBC.
Ein maður skal hava lopið á eina familju við einum macheti – stórum knívi, sum hann brúkti móti einari kvinnu og trimum børnum, skrivar miðilin.
Sambært NBC skeyt løgreglan mannin.
Tað er ikki greitt av greinini hjá NBC, um nakar er deyður.
Løgreglan í New York varð boðsend til Bensonhurst-høvuðsstaðin í suður Brooklyn umleið klokkan hálvgum tíggju lokala tíð. Álop skuldi vera í gongd har.
Løgreglufólk fóru inn í eitt heim og har tey møttu ákærda, sum eftir øllum at døma rann móti løgregluni, siga keldur við NBC.
Løgreglumenninir skutu síðani eftir manninum, og raktu hann fleiri ferðir, verður sagt.
Tann, sum er undir illgruna fyri at vera gerningsmaðurin, varð koyrdur á eitt nærliggjandi sjúkrahús til viðgerðar. Hann var eftir øllum at døma í álvarsligum vanda, upplýsir løgreglan.
Sambært keldum hjá NBC eru børnini hjá kvinnuni millum 8 og 16 ár. Tey eru eisini flutt á sjúkrahúsið, har tey fáa viðgerð. Eitt av ofrunum er eftir øllum at døma í álvarsligum vanda.
Løgreglan legði síðani hald á ein stóran knív, verður sagt.
Tað er ikki greitt, um gerningsmaðurin hevur samband við ofrini ella hví hann leyp á tey.
/ritzau/