Løkke heldur at ES skal svara aftur upp á tollin hjá Trump

Um Trump leggur toll á sjampanju og vín, skal ES svara aftur, sigur danski uttanríkisráðharrin.

ES skal svara aftur, um amerikanski forsetin, Donald Trump, tekur hóttanina um toll á fleiri evropeiskar vørur í álvara 2. apríl.

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri í Danmark, eftir fund millum uttanríkisráðharrarnar mánadagin í Brússel.

- Vit vænta, at fleiri koma 2. apríl. Tað mugu vit eisini svara uppá.

- Øll við ætlanin um at møta javnlíkum við javnlíkum, men ikki økjast til nakra konflikt, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Í síðstu viku kom ein amerikanskur tollur uppá 25 prosent á stál og aluminium í gildi. Tollurin er galdandi fyri allan innflutning av stál og aluminium.

Tað ávirkar eisini evropeiska og danska útflutningin, og avgerðin frá amerikanska forsetanum fekk ES-nevndina at leggja fram svar.

ES-nevndin hevur boðað frá, at hon fer at hevna við at seta toll á vørur fyri 26 milliardir evrur úr USA. Tað svarar til knappar 194 milliardir krónur.

Nevndin hevur givið út ein lista uppá 99 síður yvir nýggjar vørur, sum kunnu koma undir toll. Meginparturin av lutunum á listanum eru innan flokkarnar alifugl, frukt, grønmeti og rúsdrekka.

Hetta fekk samstundis Trump at hótta ES við 200 prosent tolli á vín, sjampanju og rúsdrekka, um ES ikki tekur toll á whisky úr uppskotinum.

 

/Ritzau/