Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fer á fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio. - Mynd: Jacquelyn Martin/Ritzau Scanpix

Løkke tosar ikki um Grønland við amerik­anska utt­an­rík­is­ráð­harran

Tveir av ovastu ráðharrunum í Danmark eru farnir til USA fyri at royna at ávirka amerikanskar avgerðartakarar - millum annað Marco Rubio.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fer á fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio. - Mynd: Jacquelyn Martin/Ritzau Scanpix

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, skal í dag hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio.

Tað stendur í kalendaranum hjá amerikanska uttanríkisráðharranum og váttað av danska uttanríkisráðharranum. USA vil yvirtaka Grønland, sum er harðliga afturvíst, men tað er ikki eitt evni á fundinum.

- Tað vildi kravt, at vit báðumegin høvdu fyrireikað okkum til at tosa um Grønland. Tað vildi eisini kravt, at eg hevði havt mín grønlendska starvsfelaga við mær, sigur Lars Løkke Rasmussen sambært DR og TV 2.

Fundurin við Marco Rubio hevur ikki verið lagdur til rættis, tí roknað varð við, at Marco Rubio ikki fór at vera í Washington D.C.

Hetta er ein av orsøkunum til, at ongar fyrireikingar eru gjørdar til at tosa um Grønland, sambært Lars Løkke Rasmussen. Tó eru fleiri ting at tosa um.

- Tað eru nógv onnur ting enn Grønland, sum eru okkum í huganum, og sum tað er týdningarmikið, at vit tosa við amerikanarar um, sigur Løkke.

Danski uttanríkisráðharrin nevnir tollstríðið við USA, umframt álopini á Ukraina og Ísrael í Gaza. Danmark hevur júst yvirtikið formansskapin í ES, sum skal vara í hálvt ár.

Fundurin millum Løkke og Rubio er stongdur fyri fjølmiðlum og verður í amerikanska uttanríkisráðnum.

Løkke er saman við Troels Lund Poulsen farin til USA fyri at royna at ávirka amerikanskar avgerðartakarar.

Á vitjanini í Washington D.C. í USA fer danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Make America Great Again).

Maga-rørslan er ein bólkur av tryggastu stuðlunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Sambært Lars Løkke Rasmussen snýr fundurin seg um at fáa meira at vita um rørsluna og hvussu álitið verður myndað.

Vitjanin verður fram til í morgin.

Á vitjanini fara teir báðir donsku ráðharrarnir at hitta týðandi amerikanskar avgerðartakarar, meiningsleiðarar og verjuvinnuna, m.a.

Higartil hevur verið sagt, at hvørgin av teimum báðum ráðharrunum fer at hitta sínar amerikansku ráðharrafelagar.

 

/Ritzau/

 

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fer á fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio. - Mynd: Jacquelyn Martin/Ritzau Scanpix