Her sæst skógareldur og nógvur roykur við kendu frítíðarstrondina, Venice Beach í Los Angeles. Fólk eru skelkað; tey rýma úr húsum sínum og taka húsdjór við sær - undan eldi og royki

Los Angeles: Fólk eru skelkað

Nógvur vindur og turkur í Los Angeles í Kalifornia ger, at skógareldur spjaðir seg við nógvari ferð

 

Her sæst skógareldur og nógvur roykur við kendu frítíðarstrondina, Venice Beach í Los Angeles. Fólk eru skelkað; tey rýma úr húsum sínum og taka húsdjór við sær - undan eldi og royki

Fólk eru farin úr húsum sínum og renna avstað við sínum húsdjórum - burtur frá eldhavinum, sum hóttir íbúðarøkið, Pacific Palisades.

 

Í økinum, sum liggur við fjallalendið við Santa Monica í Los Angeles í Kalifornia eru nógvir marglætisbústaðir fyri fleiri milliónir dollarar.

 

Í turkinum og nógva vindinum hevur skógareldur tikið seg upp, og eldurin spjaðir seg við nógvari ferð, veit BBC at siga.

 

- Her er nógvur roykur, og mær varð sagt, at roykurin fór ikki at koma higar, sum vit vóru stødd, men her var roykur longu fimm minuttir seinni.

 

Eitt vitni, sum sjónvarpsrásin - KTLA - hevur skift orð við, sigur, at fólk í økinum eru skelkað.

 

Sambært BBC er eldur longu komin í nøkur hús, og nakrir bilar eru kolaðir upp.

 

- Hvirlurnar kunnu koma upp í 44 metrar um sekundið, og í løtuni royna fleiri enn 250 sløkkiliðsfólk at sløkkja eldar, verður lagt aftrat.

 

 

 

Her sæst skógareldur og nógvur roykur við kendu frítíðarstrondina, Venice Beach í Los Angeles. Fólk eru skelkað; tey rýma úr húsum sínum og taka húsdjór við sær - undan eldi og royki