Loysti endan á útróðrarbáti í Leirvík

Og onkur hevur roynt at brotið inn í ein handil í Havn

Seinasta samdøgrið hevur sum so verið friðarligt hjá løgregluni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Tó so vóru tvær fráboðanir í Havn um royndir upp á innbrot. Í øðrum førinum hevði onkur brotið ein rút á Mest við einum hamara, tað málið verður kanna nærri, og í hinum førinum hevði onkru roynt at brotið inn í handilin Útirok í Dr. Jacobsensgøtu í Havn. Tað sæst, at onkur hevur, við einum amboð, roynt at fingið hurðina upp, men tað er so ikki eydnast teimum, sigur vaktleiðarin.

Úr Leirvík fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði loyst annan endan á einum útróðrarbáti.

Vaktleiðarin sigur, at eigarin um náttina fekk boð um, at annar endin á bátinum var leysur. Løgreglan sigur, at tey hava havt fatur á einum persóni, sum var undir illgruna, og at málið harvið er uppklárað.

– Báturin fekk ongan skaða, men tað kann sjálvandi enda heilt galið, tá endin verður lystur á einum báti, vísir vaktleiðarin á.