Teir eru lættir um hjartað, nú teir í B36 ferðalagnum eru um at vera aftur í høvuðsstaðnum, eftir at teir fyrr í kvøld vóru við Margáir.
Tað hevur ikki verið dansur á rósum hjá B36 í ár. Heldur ikki síðani Magne Hoseth fyrr í summar tók við sum venjari.
Í kvøld vann B36 4-0 á útivølli ímóti EB/Steymi. Hetta var áttandi dysturin hjá nýggja venjaranum, og hetta var fjórði sigurin hjá honum. Kærkomið var tað eisini, at hetta var størsti sigurin hjá B36, síðani Magne Hoseth tók við sum venjari.
Áðrenn norski venjarin tók við, vóru Marius Kryger Lindh og Bjarki C. Nielsen mest sum fastir menn á liðnum. Tað hava teir ikki verið síðani venjaraskiftið, men í kvøld vóru teir millum teir fyrstu ellivu.
Fyrsta tíman gekk tað heilt væl hjá B36, sum skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki. Í báðum førum var Zean Dalügge málskjútti. Hann hevur nú skorað sjey mál og er saman við Marius Kryger Lindh B36 toppskjútti.
Eftir ein tíma fekk EB/Streymur fatur á spælinum, og tað vóru støður, sum kundu havt borið mál við sær, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at skora, og so svaraði B36 aftur, skoraði tvey mál og vann trivaligan 4-0 sigur.
Jann J. Benjaminsen umsetti brotsspark til 3-0, og innskifti Gutti Dahl-Olsen staðfesti 4-0 sigurin ímóti barndómsfelagnum.
Sigurin ber við sær, at B36 hevur 26 stig og er fimm stig frá NSÍ og fjórða plássinum.
Hjá EB/Streymi vóru tveir nýggir spælarar millum teir fyrstu ellivu. Verjuspælarin Jákup N. Vilhelmsen, sum er leigaður úr KÍ, og miðvallarin Mathias Blårud. Nýggi álopsspælarin Esteban Hurtado varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter, og Óla Eyðsteinsson Poulsen, sum er leigaður úr KÍ, varð skiftur inn tíggju minuttir eftir steðgin.
Leygardagin fær EB/Streymur vitjan av HB, og B36 fer mánadagin at spæla á heimavølli ímóti Víkingi.
EB/Streymur – B36 0-4 (0-2)
0-1: Zean Dalügge 15.
0-2: Zean Dalügge 31.
0-3: Jann J. Benjaminsen br 81.
0-4: Gutti Dahl-Olsen 88.
Dómari: Rúni Olsen
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen – Bergur J. Poulsen, Virgar Jónsson, Emil Weihe Joensen, Mathias Blðrud – Jens Erik Bruhn, Filip Djordjevic, Boubacar Dabo
B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Vilmer J. Rønnberg, Mattias J. Hellisdal, Fabian Østergðrd Ness - Anton Søjberg, Jelle van der Heyden – Marius Kryger Lindh, Mattias Weihe Joensen, Bjarki C. Nielsen – Zean Dalügge