07 Vestur skrivar soleiðis í dag:
Magnus Holm Jacobsen kemur vestur aftur.
Magnus spældi seinast við okkum, tá ið Michael Schønberg var venjari í 2023. Sterki miðvallarin blómaði í 07 vestur-búnanum, og tað var stórur saknur í honum, tá ið hann fór frá okkum.
Royndirnar hjá Magnusi fara heilt vist at koma okkum til góðar, nú vit stríðas um at koma longri upp á stigatalvuna. Sambært Faroe Soccer, hevur hann hevur spælt 140 dystir í bestu deildini, har teir flestu eru leiktir við B36. Hann hevur eisini leikt við B68 og HB.
Vit gleða okkum at síggja Magnus aftur í hvítum og bjóða honum hjartaliga vælkomnum vestur aftur, skrivar 07 Vestur.