Malan Johansen vart ph.d. á Setrinum

Fríggjadagin 24. mars vardi Malan Johansen ph.d.-ritgerð sína um ALS og Alzheimers í Føroyum. Verjan var í Kongshøll.

Kelda: Granskingarráðið

Malan fekk sera góð skoðsmál við frá metingarnevndini, bæði fyri ritgerðina og fyri framløgu sína til verjuna.

 

Eftir góðar tveir tímar verju og stuttan fund hjá metingarnevndini kunngjørdi Jónrit Halling, forkvinna í nevndini, at Malan Johansen hevði staðið seg væl og lokið øll krøv til at fáa handað ph.d.-prógv.

 

Til ber at síggja upptøkuna av verjuni her

 

Malan Johansen hevur serliga granskað títtleikan av familierum ALS (FALS) í Føroyum og samanborið títtleikan av ALS í Suðuroynni við hini økini í Føroyum. Eisini hevur hon granskað títtleikan av Alzheimers í Føroyum. Í framløgu síni legði hon fram kannigarnar og úrslitini, sum eru almannakunngjørd í fýra vísindaligum greinum. Tríggjar av greinunum eru um ALS, meðan tann fjórða er um Alzheimers.

 

Jónrit Halling, lektari á Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, var forkvinna í dómsnevndini og leiddi verjuna í Kongshøll.

 

Orla Hardiman, professari á Trinity Inst. of Neurosciences (TCIN) á Trinity College Dublin var fyrri andmælingur og Jørgen Erik Nielsen, kliniskur professari á Institut for Klinisk Medicin á Københavns Universitet var seinni andmælingur. Hesi bæði vóru við umvegis netið.

 

Maria Skaalum Petersen, lektari á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum og granskari á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur verið høvuåsvegleiðari, meðan Torben Hansen, professari á Novo Nordisk Foundation Center for Basic Metabolic Research á Københavns Universitet og Anders Albrechtsen, lektari á Bioinformatik og RNA Biologi á Københavns Universitet hava verið hjávegleiðarar.

 

Ph.d.-ritgerðin ber heitið Epidemiology and Genetics of Amyotrophic Lateral Sclerosis and Alzheimer’s Disease in the Faroe Islands.

 

Ritgerðin fevnir um 4 vísindaligar greinar, sum saman við øðrum tilfari eru at finna á granskaraprofilinum hjá Maluni Johansen á pure.fo her.

 

Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum úr Sjúkrakassagrunninum og frá øðrum.

 

(Kelda: Granskingarráðið - les meira HER)

 

Kelda: Granskingarráðið