Tað var Jacob Vestergaard, sum sendi Bjarna Kárasyni Petersen, løgmálaráðharra, ein grein 52 fyrispurning um málið, ið er melda til løgregluna sum valskvik í Oyndarfirði.
Grein 52 a fyrispurningurin hjá Jacobi Vestergaard er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin hoyrt frá løgregluni um kanningararbeiðið í sambandi við møguligt óreglusemi viðvíkjandi kommunuvalinum á valstaðnum í Oyndarfirði í Runavíkar kommunu.
2. Hevur tað verið samskift ímillum landsstýrismannin og løgregluna um málið.
– Eg havi í svari upp á munnligan fyrispurning, tann 9. apríl 2025, svarað Løgtinginum, at Løgmálaráðið ikki fór at viðgera málið um kommunuvalið 2024 í Runavíkar kommunu, fyrr enn løgreglan var liðugt við sítt kanningararbeiðið, sigur Bjarni Kárason Petersen, sum upplýsir, at klaga varð um málið til Løgtingsins umboðsmann, sum tann 23. apríl 2025 sendi Løgmálaráðnum sína niðurstøðu, har Løgtingsins umboðsmaður mælti Løgmálaráðnum til at taka fyrisitingarliga partin av málinum upp til nýggja viðgerð.
– Løgmálaráðið tók niðurstøðuna til eftirtektar og hevur tikið fyrisitingarliga partin av málinum upp til nýggja viðgerð. Fyrisitingarligi parturin av málinum er undir viðger í løtuni.
– Eg havi ikki hoyrt nakað frá løgregluni um kanningararbeiðið hjá løgregluni, sigur landsstýrismaðurin.
Í svarinum til seinna spurningin sigur landsstýrismaðurin, at í sambandi við at Løgtingsins umboðsmaður bað Løgmálaráðið taka fyrisitingarliga partin av málinum upp til nýggja viðgerð, spurdi Løgmálaráðið løgregluna um status í revsirættarliga partinum av málinum.
– Løgreglan upplýsti fyri Løgmálaráðnum, at málið var sent til tekniska kanning í Danmark, og at ongin niðurstøða var gjørd í málinum, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður.