Marin Danielsen vann fleiri heiðursmerki

Í morgun vann Marin Danielsen tvey gull og eitt bronsu heiðursmerki í Inter Island Games kappingini í Álandi.

Skipað verður fyri Inter Island Games tey, árini fimleikur ikki er umboðaður á Oyggjaleikum. Hesaferð er kappingin í Álandi, og fyrrapartin var kappingin fyri juniorar. Her vann Marin heili trý heiðursmerki. Marin vann greitt gull bæði á barr og á gólvi. Á barr var Marin nærum eitt heilt stig framman fyri næsta íðkara. Marin vann eisini bronsu í lop, hon var bert 0,2 stig aftan fyri Alice Teare úr Isle of Man, ið vann gull.

 

Seinnapartin verður kappast í eldru bólkunum.

 

Úrslitini síggjast her: https://live.sporteventsystems.se/Score/WebScore/2693?f=w6227