Markaforðingar í ríkisfelagsskapinum

Ein Sambandsflokkur á Fólkatingi er ein, ið tryggjar samstarv og slóðar fyri eini menning av ríkisfelagsskapinum.

 

Hetta merkir eisini, og tað ásanni eg, at tað enn eru forðingar í ríkisfelagsskapinum í dag, sum skulu betrast.

 

Til dømis eru forðingar og tilgongdir, ið skulu gerast smidlligar hjá teimum, ið eru rakt av sjúku. Hetta ger seg galdandi, tá familjur, ið verða noyddar at fara av landinum í longri tíðarskeið vegna sjúkralegu. Tey hava ikki rættindi til stuðul úr Føroyum, um sjúkralegan varir longri enn eitt ávíst tíðarskeið. Hetta ger, at familjan kemur í eina ringa støðu og møguliga ikki fær tað fíggjarliga at hanga saman.

 

Ein onnur markaforðing í mun til sjúkralegu er, at fólk búgvandi í Danmark ikki hava somu rættindi til farloyvi, um tey skulu ansa eftir einum avvarandi í Føroyum, sum tey høvdu havt, um tann avvarandi  var í einum ES landi. Sjálvandi skulu føroyingar í Danmark hava rætt til farloyvi, um tey koma til Føroyar at ansa eftir einum avvarandi!

 

Tað triðja dømið um markaforðingar innan ríkisfelagsskapin, ið viðvíkir sjúku ella líkandi viðurskifti, snýr seg um handikappbilar.

 

Hevur man handikappbil í Føroyum, so eru tað ávísar avtalur um gjalda og annað við avvarandi kommunu, ið gera seg galdandi - men flytir man til Danmarkar, so verða hesar avtalur ikki yvirførdar. Fólk, ið bera brek ella hava aðrar fortreytir, ið gera, at tey hava tørv á handikappbili, hava tørv og rætt til eina smidliga tilgongd hesum viðvíkjandi. Betri samskifti má vera millum viðkomandi myndugleikar, so tilgongdin gerst smidligari.

 

Allar hesar avbjóðingar staðfesta, at tað eru nakrar forðingar og nøkur viðurskifti, ið ikki eru nøktandi – men tað er her, at Sambandsflokkurin ger seg galdandi. Vit fara altíð til verka við einum semjusøkjandi anda, sum merkir, at vit ikki bara pápeika trupulleikar, men finna loysnir. Vit vita, at ríkisfelagsskapurin ikki er perfektur - men tí fara vit ítøkiliga til verka fyri at broyta hetta.

 

Verði eg vald á Fólkating, so fari eg at arbeiða fyri, at serliga hesar - men eisini aðrar - markaforðingar basast. Samstarv er lyklaorðið, og hesum fari eg at slóða fyri.

 

Rósa Samuelsen,

 

valevni fyri Sambandsflokkin til Fólkatingsval 2022