Føroyska manslandsliðið fyrireikar seg í hesum døgum á Tórsvølli til EM-undankappingardystin móti Moldova 24. mars, og venjingarlandsdystin móti Norðurmakedónia 27. mars.
Stóra søgan á føroyska landsliðnum er, at landsliðið skal hava nýggja málverja. Gunnar Nielsen er í bíðistøðu og spælir fyribils ikki fótbólt, meðan Teitur M. Gestsson hevur givið avboð, eftir at hann bleiv pápi fyri fjórðu ferð um vikuskiftið.
Til venjingina á Tórsvølli í regninum í dag avdúkaði landsliðsvenjarin, at tað sum væntað verður 23 ára gamli málverjin hjá B36, Mattias Heðinsson Lamhauge, sum byrjar inni. Hann hevur spælt tveir A-landsdystir.
- Eg haldi tað er rætt at geva Mattiasi møguleikan hesaferð. Hann hevur verið við í hálvt annað ár og hevur spælt tveir landsdystir. Hann kennir treytirnar og spælskipanina hjá okkum, sigur Håkan Ericson við In.fo.
Hann fekk sín elddóp í fjør móti Liktenstein á Pinatar leikvøllunum í Murcia økinum. Føroyar vunnu dystin 1-0. Seinni á árinum spældi hann eisini allan dystin, tá Føroyar spældu javnleik 1-1 á váta grasinum í Pristina í Kosovo.
Les meira í Sosialinum, sum kemur út í vikuni.