Tað er ein álvarsom staðfesting frá Hagstovuni, at ein av fýra føroyingum akkurát fær tað at mala runt fíggjarliga. Tá ein fjórðingur av fólkinum stríðist við at fáa endarnar at røkka saman, er tað eitt greitt tekin um, at tað krevst nýhugsan og dirvi fyri at venda gongdini.
Tað er ikki ov seint. Men hvør dagur, vit onki gera, er ein dagur, har fleiri detta niðurímillum.
MATSPILL: EIN ÓSJÓNLIG GØLA
Tølini hjá Hagstovuni vísa, at nógvir føroyingar stríðast við at fáa endarnar at røkka saman – samstundis sum tons av mati verður blakaður vekk í Føroyum. Og vit kunnu ikki góðtaka, at matur fer í skrell, meðan 25% av fólkunum stríðast við høga prísvøksturin.
Frakland hevur víst okkum, at ein lóg kann gera mun: Har er forboðið hjá stóru matvøruhandlunum at koyra mat í skrell, sum ikki er seldur. Maturin, sum leypur av skal fara til vælgerandi endamál, annars fær fyritøkan bót.
Danmark hevur eisini víst okkum, hvussu appir sum Too Good To Go kunnu tryggja, at matur endar á borðunum hjá familjum heldur enn í skrellispannini. Føroyar kunnu gera tað sama – og kanska enn meira.
Hugsa tær, um vit við lóggávu og skipanum tryggja, at yvirskotsmatur endar hjá teimum, ið hava brúk fyri honum?
FELAGSSKAPUR ER LYKILIN
Vit hava longu sæð, at fakfeløg kunnu gera mun. Tá vit í Starvsfelagnum fóru í samhugaverkfall við verkafólki, vístu vit, at ein sameind rødd kann leggja trýst á politisku skipanina. Tað sama kunnu vit gera fyri at minka um matspill. Vit kunnu krevja lógir, samstarva við fyritøkur og skipa átøk, sum gera mun.
Hetta er ikki bara ein spurningur um mat ella pengar. Hetta er ein spurningur um virðing og rættvísi. Tá vit tryggja, at familjur hava ráð at liva, at matur ikki fer til spillis, og at størri javnvág verður millum tey lægst og hægst løntu, vísa vit, at vit hava ábyrgd av hvørjum øðrum.
FRAMTÍÐIN KREVUR NÝHUGSAN
Tølini hjá Hagstovuni og tosið um Exit Føroyar minna okkum á, at vit hava tørv á felagskapi og nýhugsandi átøkum. Spurningurin er ikki, um vit kunnu loysa trupulleikan, men hvussu skjótt vit kunnu fara í gongd.
Vinarliga
Hergeir Staksberg