Merktu grindirnar tætt saman

Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp á hvørja aðra, hóast fjarstøðan eina løtu var stutt, bert áleið 5 fjórðingar, skrivar Havstovan á hav.fo.

 

Merkta grindin úr Klaksvík hevur, síðan hon var merkt 16. september, ferðast suðureftir, vestan fyri Føroya-, Ytra- og Ytsta banka, og síðan suður á Hatton banka.

 

Samstundis hevur grindin , ið var merkt á Fuglafirði 3. september, ferðast norður eftir, eisini móti Hatton banka.

 

Men hvørgin grindin steðgaði á í økinum. Klaksvíksgrindin helt kósina áfram í ein útsynning, og er nú farin út á djúpari vatn, meðan Fuglafjarðargrindin vendi suður aftur í Hatton dýpið, haðani hon var komin.

 

Samband er enn við fýra sendarar, og merktu hvalirnir í báðum grindum fylgjast tætt. At slóðirnar kortini stundum fara nakað sundur, er orsakað av misjøvnum neyvleika, tá fylgisveinarnir rokna knattstøðuna hjá grindasendarunum, skrivar hav.fo, og har ber eisini til at síggja hvussu grindirnar ferðast, sí her: Merktu grindirnar tætt saman - Havstovan