Nýggi kanslarin í Týsklandi, Friedrich Merz, segði í dag, at hann fer at tosa við Frakland og Bretland um kjarnorkuræðing á evropeiska meginlandinum.
– Vit fara at geva okkara ráðharrum heimild at byrja hetta orðaskiftið, sigur Friedrich Merz á tíðindafundi í París saman við franska forsetanum, Emmanuel Macron.
Kanslarin leggur aftrat, at ein slík skipan vildi verið eitt ískoyti til tað, sum evropeisku londini longu hava í verjusamgonguni, NATO.