Reyði blokkurin hevur enn einaferð framgongd í veljarakanningum í Danmark og kann fáa tilsamans 92 sessir, vísir ein kanning frá Voxmeter.
Framgongd er at síggja í veljarastuðlinum til Javnaðarflokkin.
Í kanning, sum granskingarstovnurin Voxmeter fyri Ritzau hevur gjørt, er Javnaðarflokkurin toppskorari við 24,0 prosentum av atkvøðunum.
Tað er besta Voxmeter mátingin hjá stjórnarflokkinum síðani september 2023.
Undirtøkan fyri Javnaðarflokkinum er vaksin í smáum stigum síðan síðst í apríl.
Samstundis gongur SF fram til 13,9 prosent av atkvøðunum, sum er 1,1 prosentstig hægri enn í fyrru veljarakanningini frá 12. mai.
Á fólkatingsvalinum í 2022 fekk SF 15 sessir, men í veljarakanningini mánadagin stendur flokkurin til 25 sessir.
Eindarlistin fær 6,7 prosent av atkvøðunum, Radikalu hava undirtøku uppá 4,9 prosent, meðan Alternativið er á 2,1 prosentum.
Teir fimm flokkarnir tilsamans standa til at vinna 92 sessir, sum er nóg mikið til ein meiriluta á Fólkatingi.
Harumframt kunnu fólkatingslimir úr Grønlandi og Føroyum, eins og nú, stuðla stjórnini.
Tað er ein hagtalslig óvissa uppá 3,1 prosentstig fyri reyða blokkin í kanningini í dag.
Stuðulin til SVM-stjórnina, sum Javnaðarflokkurin eru ein partur av, er ein heilt onnur søga, hvat veljaraálitinum viðvíkur.
Stjórnin kann savna eina samlaða undirtøku uppá 37,3 prosent av veljarunum. Eftir valið í 2022 megnaðu Javnaðarflokkurin, Vinstri og Moderatarnir at savna meiriluta við 50,1 prosentum av atkvøðunum.
Í veljarakanningini mánadagin fær Vinstri 10,0 prosent av atkvøðunum, meðan Moderatarnir fáa 3,3 prosent.
Hetta hevði við sær 67 sessir til stjórnina, har stjórnarflokkarnir fingu 89 av hesum á valinum í 2022.
Meiningarkanningin hjá Voxmeter varð gjørd millum 12. mai og 18. mai millum 1001 umboðandi útvald fólk yvir 18 ár.
/Ritzau/