Fleiri øki í landinum hava nýliga gjørt vart við búskaparliga og fíggjarliga skelkin av stongslinum fyri russarum, soleiðis at bæði kommunur og fyritøkur sum frálíður mugu repa seglini av álvara.
Nógvur peningur fer úr peningaumfarinum hjá tænastuvinnuni í ymsu kommununum, og tað fer at síggjast aftur í kassunum. Hetta merkir færri íløgur at ráða yvir, enn ætlað varð.
Vit kenna ikki enn øll tilsvarandi tølini fyri Havnina. Men vit vita, at bara mista inntøkan hjá Tórshavnar Havn fyri restina av hesum árinum og næsta ári, fer at liggja um 5,2 miljónir.
Hetta er beinleiðis missur, sum stendst av mistum havna- og brúgvagjaldi, loðsing og fastgerð, vatni, el og øðrum avleiddum virksemi. Og hetta fær stóra ávirkan á aðra tænastu.
Hetta hevur stóran fíggjarligan týdning, tí útivið 700 fólk liva av inntøkum frá virksemi hjá og í Tórshavnar havn. Vit síggja ikki allar avleiðingarnar av hesum enn, men hetta fer heilt vist at ávirka inntøkuna hjá kommununi.
Haraftrat kemur so miljónamissurin hjá tænastuvinnuni og øðrum avleiddum virksemi, umvælingararbeiði, catering og øðrum tænastum. Og helst síggja vit skjótt úrslitini av minkandi partafelagsskatti.
Missa havnartrolararnir haraftrat rættindini í Barentshavinum, so er torført at meta um avleiðingarnar.
Tá samstundis verður hugsað um komandi lønarvøkstur og ætlaða styttri arbeiðsviku, sum kommunurnar helst eisini koma at svíða fyri, so hevði verið hugaligt at hoyrt meira um ætlaðu kompensasjónina hjá sitandi landsstýri.
Heðin Mortensen
borgarstjóri