Hans Marius Joensen varð fødur 10. november í 1938 í Skopun.
Hann var sjómaður, skiparaprógv í 1977, og virkaði sum fiskimaður og skipari. Hann var eisini limur í Fiskivinnuráðnum og bygdrráðslimur í Skopunar kommunu frá 1980 til 1984.
Hans Marius Joensen var løgtingsmaður valskeiðini 1978-80 og 1980-84. Hann byrjaði politsku starvsleiðina á tingi sum fastur varamaður fyri Heðin M. Klein, sum varð valdur løgtingsmaður í Sandoyar sýslu valdømi fyri Tjóðveldisflokkin, men sum sat sum landsstýrismaður frá 1979-1981.
Hann varð valdur beinleiðis á ting fyri Tjóðveldisflokkin í Sandoyar sýslu valdømi á løgtingsvalinum 8. november í 1980 og sat fram til valið í 1984.
Hans Marius Joensen var sonur Miu og Jens Paula Joensen í Skopun. Hann var giftur við Torborg f. Thomsen.
Á tingfundinum í morgin klokkan 11 fer løgtingsforkvinnan, sum siður er, sum fyrsta mál á skránni at hava minningarorð um Hans Marius Joensen.