Tað er siður, at løgtingsforfólkið heldur minningarorð um ting- og landsstýrisfólk, sum eru farin. Og soleiðis verður eisini í dag, tá Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, byrjar tingfundin við minningarorðum um Jógvan Sundsten. Síðani verður viðgerð av ólavsøkurøðu løgmans.
Jógvan Sundstein var 91 ára gamla, nú hann andaðist.
Jógvan Sundstein var vikin í politikki frá 1970, tá hann varð valdur tingmaður fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi til 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur. Frá 1978 umboðaði hann Fólkaflokkin í Suðurstreymoyar valdømi.
Jógvan Sundstein gjørdist løgmaður eftir valið í 1988, tá hann skipaði samgongu saman við Sambandsflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Kristiliga Fólkaflokkinum Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokki í januar í 1989. Hendan samgongan helt ikki, og summarið sama ár skipaði hann nýggja samgongu saman við Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.
Eftir valið í 1990 skipaði Javnaðarflokkurin tvíflokkasamgongu saman við Fólkaflokkinum, og tá gjørdist Jógvan Sundstein fíggjarmálaráðharri. Tað starvið røkti hann til 1993.
Jógvan Sundstein var havnarmaður. Foreldrini vóru Hanna Jensen (á Dul) og Hans Sundstein, sum í mong ár var sjómansskúlalærari. Tey fingu seks børn. Jógvan var elstur, og so vóru fimm systrar: Margretha (1935), Agnas (1937), Elisabeth (1939), Hanna (1940-2020) og Marjun (1947-2022). Margretha býr í Danmark, hinar búðu í Føroyum.
Eftir skúlan fór Jógvan Sundstein í læru í Sjóvinnubankanum. Seinni tók hann HD í roknskapi í Keypmannahavn og seinni grannskoðaraprógv. Í 1963 varð hann løggildur grannskoðari.
Hann byrjaði egið grannskoðaravirki í 1964. Eitt skifti var hann saman við Paula Ellefsen.
Jógvan var giftur Lydiu fødd Marstein og ættað úr Klaksvík. Tey búðu í mong ár á Skákinum í sonevnda »Kardamummbýnum« úti í Grønlandi í Havn, men fyri góðum 20 árum síðani fluttu tey til Danmarkar. Tey búðu í Holbæk, har dótturin, Ruth, býr. Lydia og Jógvan høvdu eisini tveir synir – Hans Paula, sum andaðist herfyri, og Eivind – sum báðir búðu í Danmark.