Minningarorð um Lisbeth L. Petersen

Minningarorð, sum Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevði um Listbeth L. Petersen í Løgtinginum í dag:

Mikudagin 7. august andaðist Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi løgtingskvinna, borgarstjóri, fólkatingsumboð og forkvinna Sambandsfloksins. Hon gjørdist 85 ára gomul.

 

Lisbeth Beate Lindenskov Samuelsen varð fødd hin 28. februar 1939, og vóru foreldrini Rachel, fødd Fonsdal, úr Vestmanna og Georg L. Samuelsen úr Fuglafirði. Lisbeth giftist Jákupi Petersen, sála, av Signabø, og áttu tey børnini Elsu og Georg.

 

Lisbeth vaks upp saman við 8 ár yngru systrini Beate í Havn sum partur av navnframu sambands-Samuelsen-familjuni, ið átti Dimmalætting. Abbi Lisbeth var Andrass Samuelsen úr Vík, ein av stovnarum Sambandfloksins. Hann gjørdist fyrsti løgmaður Føroya eftir Heimastýrislógina og var formaður Sambandsfloksins í mong ár, eins og pápabeiggi Lisbeth, Trygve Samuelsen, var í nøkur ár. Pápin, Georg, var blaðstjóri á Dimmu í ein mansaldur.

 

Føðiárið hjá Lisbeth, 1939, er árið, tá føroyskt loksins verður alment góðkent kirkjumál, og tá skaldsøgan Barbara eftir Jørgen- Frantz Jacobsen kemur út á donskum. Men uttan úr heimi eru tíðindini ófrættakend. Um várið tekur generalurin og einaræðisharrin Francisco Franco valdið í Spania, og lítla Lisbeth er hálvt ára gomul, tá Hitler hin 1. septembur ger innrás í Póllandi, og annar heimsbardagi brádliga er veruleiki. Hon er eitt ára gomul, tá bretar á friðarligan hátt hertaka Føroyar.

 

Lisbeth verður sostatt fødd inn í ein heim við kríggi og ófriði, og er so dánt farin til gongu, tá hermenn ganga í gøtunum her. Hon upplivir sum barnagarðsbarn at verða leidd niður í bumbuskýli, tí eisini friðarligu Føroyar eru í undantaksstøðu, nú heimskríggj herjar.

 

Í barndómsheiminum verður nógv tosað um politikk, sambandspolitikk, sum vera mann, og uttan iva eisini um mótpolin, loysingarrørsluna, men eisini um heimspolitikk. Lisbeth man sostatt hava kent politiskt blóð renna í æðrunum longu frá barnsbeini, tó at umstøðurnar tá ikki júst vóru til at kveikja dreymar um politiska lívsleið í høvdið á ungum gentum og kvinnum.

 

Einaferð skal Lisbeth hava sagt, at helst var hon ongantíð blivin politikari, um hon átti ein beiggja. Tí tá mundi hann verið tann, sum hildin varð til. Men tað skuldi vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri føroyskan politikk, at Georg og Rachelsa fyrstfødda var ein genta. Tí Lisbeth gjørdist ein av undangongukvinnununum í politikki.

 

Hon tók realprógv í Tórshavn í 1955 og studentsprógv á Bagsværd Kostskole og Gymnasium í 1958. Í 1960 giftist hon Jákupi. Lisbeth var tilkomin, tá hon trein á politiska pallin.

 

Frammanundan hevði hon havt ymisk størv, og hevði eisini verið heimaarbeiðandi í fleiri ár, tí maðurin var sjómaður. Í 1984 stillar hon upp og verður vald í Tórshavnar býráð, sum fyrsta kvinna nakrantíð fyri Sambandsflokkin. Hennara fyrstu álitisstørv eru sum varaborgarstjóri, ein sess hon røkir í 8 ár, og sum forkvinna í sosialu nevnd. Í 1990 verður hon vald á Løgting, og eisini her er hon fyrsta kvinnan, ið er vald at umboða Sambandsflokkin. Í 2001 verður hon fyrsta og higartil einasta forkvinna fyri Sambandsflokkin.

 

Sama árið brýtur hon aftur glasloftið, tá hon við dyggari undirtøku verður vald á Fólkating, ikki einans sum hin fyrsta fyri Sambandsflokkin, men sum fyrsta føroyska kvinnan nakrantíð. Tað skulu ganga fleiri enn 20 ár, áðrenn ein kvinna aftur fær hesa álitisváttan frá veljarunum. Men 2001 er eisini eitt dapurt og svárt ár hjá Lisbeth og familjuni, tí lívsmakin Jákup gerst illa sjúkur og doyr hin 11.septembur, lagnudagin, tá yvirgangsatsókn feldi Twin Tower í New York, og heimurin allur skalv og umbroyttist.

 

Lisbeth varð, sum nevnt, vald í Løgtingið í 1990 og øll árini til 2008, tá hon ikki stillaði uppaftur. Tíðarskeið hesi árini var hon limur í Formansskapinum, sat í Samferðslunevndini, Almanna- og heilsunevndini (Trivnaðarnevndini), í Fíggjarnevndini, í Landsstýrismálanevndini og í Útnorðurráðnum. Nevndarsessir, sum sampakka væl við ímyndina av einum politikara við ansi fyri teimum veiku í samfelagnum og samstundis við kravi til sínar sampolitikarar um fíggjarliga ábyrgd.

 

Hetta seinna kom kanska ikki av ongum, tí Lisbeth L. Petersen tók við sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi, júst tá søguliga harða 90-ara kreppan rullaði yvir landið, og legði eina óvanliga stóra ábyrgd á tey, ið fingu til uppgávu at rudda upp eftir fíggjarlig skrædlið.

 

Í 1993, tá Lisbeth tekur við sum borgarstjóri, er eisini skifti í landsstýrinum og Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum tekur við sum fyrsta og higartil einasta løgkvinna í Føroyum. Djarvar kvinnur, sum bjóða seg fram at stýra, hóast kassin er tómur. Ella, sum Lisbeth sjálv lakoniskt kundi orða tað: Tá sluppu vit framat at vaska upp.

 

Í einum landi, har fyrstu tvær kvinnurnar ikki vórðu valdar á ting fyrr enn í 1978, og eingin kvinna kom í landsstýrið fyrr enn í 1985, høvdu mørkini, sum Lisbeth flutti, nógv størri týdning, enn tey flestu í dag munnu geva sær far um.

 

Lisbeth sjálv sólaði sær tó ikki í heitinum “hin fyrsta”. Tí hon visti væl, at tað als ikki einans var ein spurningur um, at kvinnur sjálvar áttu at bjóða seg fram í politikki. Hon vildi broyta hugburðin og tær ofta ósjónligu forðingarnar, sum vóru og lutvíst framvegis eru fyri, at kvinnur og menn veruliga hava javnsettar møguleikar at luttaka í fólkaræðinum. Hon vildi hava aðrar kvinnur við á pallin. Tí var hon eitt nú virkin í Kvinnufelagnum í Havn, í Kvinnusamskipan Føroya og var við til at slóða fyri Demokratia. Í fleiri minningarorðum er væl greitt frá hesum virki hennara.

 

Annita á Fríðriksmørk, fyrrverandi løgtingskvinna, skrivar soleiðis um Lisbeth: “Hon var mær tá mangan góð í ráðum. Tað eina skeiðið vóru vit bara tríggjar kvinnur í Løgtinginum (av 32). Hetta vildu vit gera nakað við og byrjaðu tí sjálvbodnar fyrst í øldini saman við kvinnum úr øðrum flokkum at ferðast kring landið, har kunnað varð um politiska arbeiðið. So væl varð hugskotið umtókt, at arbeiðið varð avritað av landsstýrinum, kom á fíggjarlógina og fekk navnið Demokratia. Við sínum drúgvu politisku royndum var Lisbeth eisini her góð í ráðum.”

 

Her kann eg leggja afturat, at heitt var á meg at luttaka í hesum tvørpolitiska arbeiði, og var tað júst ein orsøkin til, at eg segði, ja tá heitt varð á meg um at stilla upp til løgtingsvalið í 2008. Sama ár, sum Lisbeth gavst á tingi.

 

Nakað av tí besta við politiska arbeiðinum er júst, tá tað eydnast at skapa sambond og úrslit tvørturum politiskar gjáir. Og eg veit, at arbeiðið hjá Lisbeth fyri kvinnusakini og fyri at fáa kvinnur upp í politikk, gav henni vinfólk fyri lívið, tvørturum floksmørk.

 

Lisbeth var sambandskona, og tað var hon alt lív sítt. Men hon hevði eisini dirvi at siga frá, um flokkur hennara rak av teirri kós, hon helt vera ta røttu. Eisini eftir, at hon var farin úr politikki. Hon visti, hvat hon tosaði um, tí tað var við Lisbeth L. Petersen á odda, at Sambandsflokkurin hevði gjørt síni bestu val, bæði í býráðs- og landspolitikki.

 

Lisbeth L. Petersen var riddari av Dannebrog og fekk eisini heiðurstekin Tórshavnar kommunu.

 

Nú Lisbeth legði eyguni saman fyri seinastu ferð á Boðanesheiminum, hevði hon í drúgva tíð verið merkt av sjúku. Djúpa samkenslu senda vit Elsu og Georg við familju og tykkum øllum, sum stóðu Lisbeth nær. Og vit bera Lisbeth eina inniliga tøkk fyri tey tøk, hon tók fyri land og fólk.

 

Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um Lisbeth L. Petersen, og fari eg at heita á tingfólk um at reisast, so vit saman í tøgn eina løtu kunnu minnast hesa undangongukvinnu.

 

Á Løgtingi, 3. septembur 2024

 

Bjørt Samuelsen

 

løgtingsforkvinna