Minst 11 deyð og 89 særd í rakettálopi í Sumy í Ukraina

Fleiri enn 400 fólk eru flutt burtur úr økinum í Sumy, har rakettálop raktu íbúðarbygning.

Myndina hava ukrainskir miðlar deilt á miðlum. Har sæst neyðhjálp og brunaumsjónin royna at sløkkja eld nærhendis einum bygningi, sum sambært Ukraina varð raktur av russiskum rakettálopum sunnukvøldið. - Mynd: Ukrainian Presidential Press Ser/Reuters

Í minsta lagi 11 fólk - teirra millum tvey børn - doyðu sunnukvøldið, tá eitt russiskt rakettálop rakti ein íbúðarbygning í býnum Sumy í landnyrðingspartinum av Ukraina. Harumframt fingu 89 fólk skaða í álopinum.

Hetta boða neyðhjálpin og umsitingin í Sumy frá umvegis boðtænastuna Telegram.

- Í gjárkvøldið gjørdist býurin Sumy til helviti, ein sorgarleikur, sum Russland hevur ført til okkara land, skrivar Volodymyr Artyukh, sum er leiðari fyri hernaðarfyrisitingina í Sumy, á Telegram.

Talan var um ein bygning í níggju hæddum, sum varð álopin. 90 íbúðir í ognini fingu skaða og fleiri enn 400 fólk eru flutt burtur úr økinum kring bygningin.

Umframt íbúðarbygningin varð "kritiskt undirstøðukervi" rakt av rakett, upplýsir hernaðarfyrisitingin í Sumy.

Hetta førdi til, at býurin síðani var uttan streym.

Sambært ukrainsku flogverjuni skeyt Russland tvær Iskander-M ballistiskar rakettir og eina Kh-59 rakett í álopinum.

Russland hevur ikki enn gjørt viðmerkingar til fráboðanir um álopið.

Sumy liggur nærhendis markinum til Russland í landnyrðingspartinum av Ukraina og hevði umleið 265.000 íbúgvar undan krígnum.

Bæði Russland og Ukraina hava sagt seg ikki fara eftir sivilum í álopum á øki hjá hvørjum øðrum. Tó eru túsundtals fólk deyð síðani februar 2022, tá Russland herjaði á Ukraina. Tey flestu av teimum dripnu eru ukrainarar.

Álopið í Sumy í nátt hendi, eftir at ukrainarar vaknaðu sunnumorgunin til harðasta russiska álopið í fleiri mánaðir, tá russiski herurin sendi umleið 120 rakettir og 90 dronur yvir grannalandið.

Nógvar rakettir og dronur vórðu skotnar niður. Her lótu sjey fólk lív, og fleiri partar av Ukraina vóru síðani uttan streym.

 

Ritzau/Reuters

 

Myndina hava ukrainskir miðlar deilt á miðlum. Har sæst neyðhjálp og brunaumsjónin royna at sløkkja eld nærhendis einum bygningi, sum sambært Ukraina varð raktur av russiskum rakettálopum sunnukvøldið. - Mynd: Ukrainian Presidential Press Ser/Reuters