Minst tíggju deyð eftir at bilur koyrdi inn í mannamúgvu

Í minsta lagi tíggju fólk eru deyð, eftir at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í New Orleans, upplýsir løgreglan.

Ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í amerikanska býnum New Orleans í dag.

Løgreglan á staðnum sigur við ABC News, at minst tíggju fólk eru deyð og umleið 30 onnur hava fingið skaða.

Harumframt sær tað út til, at talan var um eina tilætlaða ákoyring, upplýsir løgreglan.

Hendingin fór fram á søguligu gøtuni í Bourbon Street.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur við CBS News, at "fyrstu fráboðanir vísa, at ein bilur eftir øllum at døma er pløgdur inn í ein hóp av fólki."

 

/Ritzau/