Misálitisuppskot reist á Ingilín Strøm

Formenninir í andstøðuflokkunum hava lagt fram misálitisuppskot ímóti Ingilín Didriksen Strøm

Tingfundurin er júst niðurlagdur í 20 minuttir, tí at uppskot um misálit er lagt fram.

 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna sigur, at tað er fyri at tingfólk skulu hava møguleika at fyrireika seg.

 

Tað er mest sannlíkt, at misálitisuppskotið fellir, tí at samgongan hevur meiriluta.

 

Um vit hugsa okkum, at til dømis tveir tinglimir úr Tjóðveldi velja at atkvøða fyri misálitisuppskotinum, so verður tað samtykt. Velja til dømis tvey tingfólk hjá Tjóðveldi at atkvøða blankt, so fellir uppskotið, tí tað skal vera meiriluti fyri, um tað skal samtykkjast og landsstýriskvinnan fellast.