Misjøvn úrtøka hjá føroyingaliðunum

Liðið hjá Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen er við frammi í oddinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen, HØJ tók á heimavølli móti HC Odense.

 

HØJ vann dystin 36-34. Odense var á odda 18-16 í steðginum.

 

Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken tóku á heimavølli móti Vendsyssel.

 

Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Vendsyssel javnaði til 31-31 tá bert fýra sekund vóru eftir av dystinum. 

 

Í steðginum var Vendsyssel á odda 15-12.

 

Pauli Høj og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne taptu greitt á heimavølli 22-29 fyri Grindsted. Útiliðið var á odda 13-10 í steðginum.

 

Pauli skoraði tvey mál. 

 

Støðan: 

 

NrLiðDystirStig
1Grindsted48
2Skive fH47
3HØJ 47
4Team Sydhavsøerne45
5Aarhus HC45
6HC Midtjylland44
7Rækker Mølle44
8Skovbakken44
9Odder 44
10FIF43
11TM Tønder43
12HC Odense41
13Vendsyssel41
14Køge 40