Møguliga fer onkur útróðrarbátur á Bankan

- Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, og tað verður veðrið eisini.

Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap.

 

- Skipið, sum kemur inn at landa í næstu viku, er á Íslandsrygginum og fær mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu.

 

Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Um frystilínuskipini verður sagt, at tvey eru í Grønlandi, tvey á Íslandsrygginum, og trý eru á landgrunninum. 

 

- Haraftrat er eitt frystilínuskip í Grønlandi og tekur ímóti fiski.

 

Sagt verður, at frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.

 

- Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, og tað verður veðrið eisini. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum á landgrunninum er smáligur.

 

- Møguliga fer onkur útróðrarbátur á Føroyabanka, og her er góður fiskiskapur, verður lagt aftrat.