Á myndini, sum er privat, sæst russiska herskipið, sum ferja hjá Mols-linjuni noyddist at halda undan. Ferjan var á veg frá Sjællands Odde til Aarhus, tá hendingin fór fram.

Mols-ferja noyddist at halda undan russiskum herskipi

Ein ferja hjá Mols-linjuni var á veg frá Sjællands Odde til Aarhus, tá hon fyrrapartin noyddist at halda undan einum russiskum herskipi.

 

 

Á myndini, sum er privat, sæst russiska herskipið, sum ferja hjá Mols-linjuni noyddist at halda undan. Ferjan var á veg frá Sjællands Odde til Aarhus, tá hendingin fór fram.

Í dag veit danska verjan at siga, at ein ferja hjá Mols-linjuni fyrrapartin noyddist at halda undan einum russiskum herskipi í Kattegat.

 

Tað veit DR at siga í dag.

 

Mols-linjan sigur, at hendingin var "ódramatisk", sum tey taka til, og danska verjumálaráðið sigur, at herskipið hevði fingið boð sambært galdandi reglum.

 

Kortini helt russiska herskipið ikki galdandi siglingarreglur.

 

Flyta vit okkum til Ukraina, veit guvernørurin í ukrainska svartahavsbýnum, Odessa, í dag at siga, at eitt russiskt rakettálop seinnapartin hevur rakt eitt havnalag.

 

Á Telegram sigur guvernørurin, at umframt skaðar á havnalagið, fekk eitt fólk eisini løstir í russiska álopinum.

 

Leggjast kann aftrat um kríggið millum Russland og Ukraina, at ukrainska loftverjan í dag sigur seg hava skotið eitt russiskt bumbuflogfar niður.

 

##med2##

 

Talan er um eitt langtberandi bumbuflogfar av slagnum, Tu-22M3.

 

Tað er Mykola Olesjtjuk, sum er generalur í ukrainska flogvápninum, ið boðar frá hesum á boðtænastuni, Telegram, og tíðindastovan Reuters endurgevur generalin.

 

Mykola Olesjtjuk leggur aftrat, at flogfarið varð brúkt av russiskum "terroristum" til álop á friðarligar ukrainskar býir.

 

 

 

 

 

Á myndini, sum er privat, sæst russiska herskipið, sum ferja hjá Mols-linjuni noyddist at halda undan. Ferjan var á veg frá Sjællands Odde til Aarhus, tá hendingin fór fram.