Mugu ikki skerja frælsið hjá fólki við koronapassi

Nú vit eru við at basa smittuni, skal frælsið økjast, ikki skerjast, heldur løgtingsmaður

Hvat er endamálið við at fáa eina skipan við koronapassi í Føroyum? tað skal Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú greiða Løgtinginum frá.

Tað er Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum reisir spurningin og í hesum sambandi vísir hann á, at í Danmark hava tey eitt koronapass, sum gevur fólki atgongd til kaffistovur, matstovur og ymisk mentanartilboð. Verða reglurnar um koronapass ikki hildnar, fáa fólk bót.

Eisini í Føroyum arbeiðir Landsstýrið við eini ætlan um at seta koronapass í gildið, men tað er ikki heilt greitt, hvat endamálið við tí er.

Verður tað so, at koronapassið skal vera atgongumerki hjá fólkið til at taka lut í samfelagnum, spur hann.

Bjarni Kárason Petersen heldur at spurningurin um koronupass er sera grundleggjandi, og tí heldur hann at málið má viðgerast politiskt. Hann vísir á, at í sambandi við koronu, eru

fleiri grundleggjandi frælsisrættindi eru sett úr gildið fyri at basa smittuni.

Nú tá ið vit vónandi nærkast endanum á koronukreppuni, mugu inntrivini í persónliga frælsið verða linari, ikki strangari, heldur Bjarni Kárason Petersen.