Turið Finnbogadóttir Arge var bert 19 ára gomul, tá hon varð mamma fyrstu ferð. Mammuleikluturin hevur tí fylgt henni meginpartin av vaksna lívi hennara, og hóast Turið er týðiliga ambitiøs, so fyllir mammuleikluturin og balansan millum familjulívið og arbeiði nógv, tá hon tosar um lív sítt – bæði heima og til arbeiðis.
– Ein av avbjóðingunum hjá mær hevur altíð verið at fáa yrkisleiðina og heimalívið at hanga saman, sigur hon lættliga.
37 ára gamla Turið F. Arge er rakstrarstjóri í BankNordik. Karrieran hjá ungu kvinnuni hevur gingið við rúkandi ferð framá, og hon hevur flutt seg ómetaliga skjótt á karrierufrontinum. Tað hevur eisini kravt, at Turið hevur verið miðvís og ambitiøs. Hon hevur tikið fleiri útbúgvingar viðsíðuna av arbeiðinum, og harvið eisini ment førleikar sínar í tráð við, at hon hevur bygt yrkisleiðina - seinasta skotið er ein master of business administration, sum hon fekk prógv upp á í 2018.
– Mær dámar væl at tilogna mær nýggja vitan, og tað motiverar meg. Tí fellur tað mær ikki tungt. Umstøður og fortreytir broytast alla tíðina, og tí er umráðandi at fylgja við og bjóða sær sjálvari av, sigur hon.
– Tá eg sum 19 ára gomul varð mamma, fekk eg at vita, at eg nú ikki fór at kunna gera tað, sum eg hevði ætlanir um – ella, at tað í øllum førum fór at verða trupult. Tað vildi eg mótprógva, sigur hon miðvís.
Varð tíliga leiðari
Turið F. Arge byrjaði í starvi hjá BankNordik í 2007, og hon fekk tíðliga leiðaraheiti, tá hon sum 26 ára gomul varð toymisleiðari og tvey ár seinni eisini HR stjóri.
– Tað var spennandi og ótrúliga læruríkt, hóast leikluturin eisini var ókendur og ótryggur. Hendan tíðin og ábyrgdin var heilt víst við til at menna meg sum persón, greiðir hon frá.
At Turið er ein kvinna, sum elskar at vera til arbeiðis og heldur, at tað er spennandi at menna nýggj tiltøk fyri bankan, er eyðsýnt. Hon arbeiðir í trimum londum – og hon er javnan í Danmark og Grønlandi.
– Vit hava starvsfólk, sum tosa føroyskt, danskt og grøndlendskt. Eisini er munur á mentan, marknaði, kundum og lóggávu í teimum trimum londunum í ríkisfelagsskapinum. Tí er tað bæði spennani og fjøltáttað, sigur hon spent.
At taka av avbjóðingum
Við sínum royndum, vitan og sessi er Turið onkursvegna ímyndin av sterku føroysku karrierukvinnuni, sum hóast stirvnan samfelagsbygnað setur saman samljóð millum bæði karrieru og familjulív. Og hon ger tað smílandi og eyðmjúk. Tað er umráðandi, at vit takka ja teir møguleikarnar, sum vit fáa á yrkisleiðini, tí vit megna tað sum oftast, greiðir hon frá.
– Vit geva oftast okkum sjálvum hørð ummæli. Tí, tá vit gera eitthvørt, sum vit ikki áður hava roynt, so er tað altíð okkurt, sum vit ikki duga frammanundan. Tað sigur seg sjálvt. Tað eigur ikki at verða ein forðing. Vit fáa ikki tilboð og møguleikar, um ikki onkur annar er, sum trýr upp á, at vit megna tað, sigur hon, meðan vit tosa um møguleikar og sjálvsiva.
– Tað er tó menniskjasligt at ivast. Tað havi eg sjálv gjørt ofta, og tað geri eg framvegis, tá eg standi við ókendum uppgávum. Men tað er umráðandi at vita, at møguleikin er nú, og gongur tað ikki, so er tað neyvan ein katastrofa, leggur hon aftrat.
– Vit mugu tora at siga ja, tá vit fáa ein møguleika, staðfestir hon.
Og júst hetta tykist serliga at vera ein avbjóðing hjá kvinnum, vísa royndirnar hjá Turið bæði sum leiðari og sum partur av óteljandi setanarbólkum.
– Kvinnur hugsa í nógv størri um, hvørt tær fara at megna uppgávuna. Tað merkir tó als ikki, at kvinnurnar hava verri førleika at loysa uppgávuna, enn mennirnir hava. Tað fyllir bara meir hjá kvinnunum. Tað er umráðandi, at kvinnur ikki lata slíkar tankar verða eina forðing, sigur hon.
– Man má tora at hoppa út í tað ókenda viðhvørt og taka við nýggjum uppgávum og avbjóðingum, tí tað er eisini tá, at man førkar seg sum menniskja, staðfestir hon.
– Eisini er umráðandi, at gera vart við seg sjálvan og seta seg sjálvan í spæl, um man ynskir at flyta seg á arbeiðsplássinum. Tað er ikki víst, at umheimurin veit, hvat tú ynskir, um tú ikki setir orð á tað, og røttu persónarnir hoyra tað. Vit hava øll eisini eina ábyrgd fyri okkara egna arbeiðslívi. Tað er umráðandi, at vit gera tað, sum vit dáma og eru glað og nøgd til arbeiðis, leggur hon aftrat.
At vera trúgv móti sær sjálvum
Starvið sum rakstrarstjóri í BankNordik er eitt fjølbroytt og til tíðir krevjandi starv. Turið hevur basu í Føroyum, men hon er nógv í bæði Danmark og Grønlandi og tekur dagliga stórar avgerðir, ið eisini hava stóra ávirkan. Tá er tað umráðandi fyri hana, at hon hevur seg sjálva við og er trúgv móti egnum virðum.
– Eg eri tann, sum eg eri, og tað er umráðandi fyri meg, at eg eri trúgv ímóti tí og umboði tað, sum eg standi fyri. Tað merkir, at eg ikki hugsi so nógv um, hvat onnur vænta av mær, sigur hon.
Sum leiðari má ein eisini duga at lurta eftir medmenniskjunum og duga at seta røttu spurningarnar við virðing. Tó so má ein eisini duga at taka truplu avgerðirnar, sum ikki altíð eru væl umtóktar, greiðir Turið frá.
Tað eru nógvar definatiónir upp á, hvat ein góður leiðari er, og leiðsla er eitt breitt hugtak. Turið heldur tó, at størsta uppgávan er at veita starvsfólkunum gerandisdagin, tey hava tørv á við sparring og nærveru.
– Tað kann verða avbjóðandi, tí eg ferðist nógv. Ofta eri eg tí ikki fysiskt til staðar, men so krevur tað nakað annað bæði av starvsfólkunum og av mær, sigur hon.
Eisini leggur hon stóran dent á at grundleggjandi skilja kjarnuraksturin hjá fyritøkuni og at luttaka í gerandisdegnum hjá starvsfólkunum.
– Onkntíð siti eg á onkrari deild og eygleiði. Eg vil vita, hvat kundarnir práta um, og hvat fyllir hjá teimum. Tað fái eg nógv burturúr, sigur hon.
Kynið ongan týdning
Ofta hevur Turið F. Arge verið spurd, um tað fylgja serligar avbjóðingar við einum leiðarasessi, tá ein kvinna situr í honum í mun til, tá ein maður situr í sama sessi. Og hóast nógv verður tosað um júst hetta evnið, so kemur Turið ikki fram á nakað ítøkiligt dømi.
– Eg haldi ikki, at eg sum kvinna havi serligar avbjóðingar. Hetta hóast eg varð ung, tá eg varð leiðari fyrstu ferð, og eg var eisini leiðari hjá bæði monnum og kvinnum, sum vóru eldri enn eg, staðfestir hon, eftir at hava hugsað seg um.
– Tað kann tó væl vera, at eg fái fleiri viðmerkingar. Tí fleiri hava trupult við at skilja, hvussu eg sum mamma kann vera nógv heimanífrá – bæði tí eg arbeiði og ferðist nógv, sigur hon.
– Eg plagi at venda tí, og spyrja um tey høvdu spurt meg sama spurning, um eg var ein maður, sum var nógv burtur í arbeiðsørindum. Tað høvdu tey ikki, og hvussu ber tað til, spyr Turið F. Arge.
Hon veit væl, at hon skumpar til siðbundin og kynsbundin samfelagsmynstur og fordómar, sum liggja og lúra í krókunum.
– Viðhvørt skapar tað bara nakrar tankar, sigur hon lættliga.
Kjakið heldur áfram
Turið F. Arge og maður hennara Otto Andreasen eiga tríggjar døtur, sum nú eru 21, 18 og 9 ár. Tað hevur ligið Turið á hjarta at vísa gentunum, at tað ikki eigur at verða ein forðing at vera kvinna ella mamma.
– Tær hava sæð, at tað ber til. Men líkamikið hvør man er, so krevur tað ein innsats. Eg vóni, at tær ikki setast aftur, um tað er eitthvørt tær ynskja, staðfestir hon.
Og hóast Turið ofta fær spurningar um arbeiðslív og kyn, so er hon ikki troytt av at svara teimum. Evnið er enn háaktuelt, og skal atferð og mynstur broytast, so tekur tað tíð.
– So kunnu vit sum samfelag velja, um vit vilja síggja eina natúrliga broyting ella um vit ynskja at skumpa undir broytingina. Persónliga haldi eg, at tað byrjar við nøkrum so grundleggjandi sum barnsburðarfarloyvi, sum átti at verið javnari býtt millum kynini, so tey verða javnstillaði.
–Tað er ikki mamman, sum skal eiga barnsburðarfarloyvi. Tað er knýtt at barninum, og tað eru tvey, sum hava verið við til at seta barnið í heimin. Og barnið hevur brúk fyri báðum. Tekur mamman alt, so hevur pápin ikki líka sterkan primeran leiklut frá byrjan, og eisini kostar tað mammuni í tann mun, at hon er burtur frá arbeiðsmarknaðinum og tað ávirkar lønar- og eftirlønarviðurskifti, sigur hon avgjørd.
At hetta er eitt kensluligt evni, veit Turið væl. Hon heldur tó, at tað er umráðandi, at vit taka kjakið upp, og ynskja vit broyting, so mugu tiltøk setast í verk.
– Tað er ein avbjóðing í samfelagnum, tá bæði kynini ikki eru umboðaði privat og í arbeiðslívinum. Vit skulu gagnnýta tilfeingið hjá báðum kynunum, bæði á arbeiðsplássinum og heima. Og um annað kynið er undirumboðað, so missa vit virðismikið tilfeingi, staðfestir hon.
Í bankaheiminum er ongantíð friður. Menningin er altíð í gongd, og hóast Turið er væl útbúgvin, so er umráðandi at fylgja við, tí marknaðurin broytist og mennist alla tíðina.
– Man má hava fingurin á pulsinum og vita, hvønn veg broytingin fer. Tað geri eg í og við, at eg áhaldandi verði dagførd, sigur hon. Eg má ongantíð steðga upp, tí so verði eg yvirhálað, leggur hon skjótt aftrat.
Faktaboks Turið Finnbogadóttir Arge:
37 ár
Gift við Otto Andreasen
Tríggjar døtur: Rakul 21 ár, Christina 18 ár og Aleksandra 9 ár
Familjan býr í Havn
Í frítíðini dámar Turið væl at lesa, og venur eisini nakrar ferðir um vikuna. Harafturat eru tað børnini og familjan, sum verða raðfest í frítíðini.
Faktaboks
Útbúgvingar:
HD í roknskapi og fíggjarstýring
Cand.merc.aud
MBA frá Henley Business School
Faktaboks:
Broytingarleiðsla:
Á framølu síni á Leiðaradegnum 2020 fer Turið F. Arge at tosa um broytingarleiðslu. Hetta fer hon millum annað at gera við at vísa á konkret og praktiskt dømi úr gerandisdegnum í BankNordik.
Tá talan er um broytingarleiðslu, so eru tað eru økir, sum hon heldur eru serliga umráðandi. Hesi eru millum annað internt samskifti, innliming av lyklastarvsfólki, hvussu tryggjað verður at broytingar verða stuðlaðar og at skilja natúrligu mótstøðuna mótvegis broytingum. Eisini fer hon at vísa á dømi um veruliga royndir og støður, har tað ikki gekk sum væntað og at greiða frá, hví tað bleiv so.