Musk fer at gera lista við býttastu nýtslu av skattapeningi

Elon Musk lovar "maksimalt gjøgnumskygni" og gott undirhald, nú hann tekur sær av effektiviseringini.

- Tað verður bæði ógvuliga tragiskt og ógvuliga undirhaldandi, skrivar Musk á X um lovaðu dømini um "fúla" nýtslu av skattapengum. (Arkivmynd). - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix

Ikki nógvir smálutir eru komnir fram um nýggju deildina hjá ríka Elon Musk fyri at effektivisera stjórnina í USA.

Men Tesla-stjórin sigur sjálvur, at hann vil gera eina stigatalvu við "fúlastu nýtsluni" av skattapeningi.

- Vit vilja hava eina stigatalvu av tí ørastu nýtsluni av tínum skattapeningi. Tað verður bæði ógvuliga tragiskt og ógvuliga undirhaldandi, skrivar Musk á X, og síðani koma tvey flennandi smileys við tárum í eygunum.

Musk sigur eisini, at alt, sum deildin ger, verður almannakunngjørt á netinum fyri at fáa "mest møguligt gjøgnumskygni."

- Hvørja ferð almenningurin heldur, at vit snýta okkurt týdningarmikið, so er bara at siga frá!, skrivar hann á X.

Fráboðanin frá Musk kemur stutt eftir, at komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur boðað frá, at Musk fer at standa á odda fyri deildini saman við íverksetaranum Vivek Ramaswamy.

Trump varð valdur á amerikanska forsetavalinum týsdagin í síðstu viku og verður tikin í eið 20. januar.

Amerikanski politiski miðilin The Hill ger vart við, at tað ikki beinanvegin er greitt, um nýggja deildin verður ein almennur partur av Trump-stjórnini.

Men í tíðindaskrivinum skrivar Trump, at Musk fer at "veita ráðgeving og vegleiðing uttan fyri stjórnina".

Sambært tíðindastovuni Reuters er hetta eitt signal um, at teir báðir vinnulívsmenninir fara at hava óformligar leiklutir. Sostatt skulu teir ikki góðkennast av senatinum, og Musk sleppur helst at halda fram á odda fyri millum annað elbilafyritøkuni Tesla.

Trump sigur millum annað, at deildin skal hjálpa til við at økja um "stórar bygnaðarligar nýskipanir og skapa eina íverksetanarliga tilgongd" til stýringina.

Public Citizen - ein NGO, sum hevur fokus á brúkararættindi - er ivasamur.

- Ikki bara veit Musk einki um effektivitet í stjórnum og regulering - hansara egnu fyritøkur hava eisini javnan verið á breddanum av somu reguleringum, sum hann skal ráða yvir í hesi " zar" støðuni, sigur Liza Gilbert, sum er varastjóri í NGO-felagnum, sambært Reuters.

- Hetta er tann ultimativa korruptiónin.

Arbeiðið hjá Musk við at effektivisera hevur longu eitt endadato. Tað verður í seinasta lagi 4. juli 2026 - sum eisini er 250 ára dagurin fyri sjálvstýrisyvirlýsingina. Trump boðar frá tí.

Upp á lutfalsliga stutta tíð er Elon Musk vorðin kanska tann mest háprofileraði stuðulin hjá Trump. Undir valstríðnum fór hann eisini at geva burtur milliónir av dollarum í happadrátti til tey, sum skrivaðu undir eina áheitan, sum hann byrjaði.

 

/Ritzau/

 

- Tað verður bæði ógvuliga tragiskt og ógvuliga undirhaldandi, skrivar Musk á X um lovaðu dømini um "fúla" nýtslu av skattapengum. (Arkivmynd). - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix