Myndir: Minningarløta við Naddoddaneystið seinnapartin

Klokkan 17 í dag var minningarløta við Naddoddaneystið á Tvøroyri, har fólk kom saman at minnast, at Karla Dana fórst við Naddoddi á ferðini til Noregs.

Klokkan 17 seinnapartin var nógv fólk komið saman á bryggjuni við Naddoddaneystið á Tvøroyri, har skipað varð fyri minningarløtu í samband við, at ætlaða víkingarferðin við Naddoddi ikki gekk sum ætlað.

 

Naddoddur kom í ódnarverður tætt við norsku strondina í august í ár, báturin holvdist, og ein av manningini, Karla Dana, kom ikki frá hendingini á lívi.

 

Karla Dana fekk eina hátíðarliga minningarløtu í dag.

 

Við manskóri, horn- og klaverspælið, varð sungið úr prentaða sangheftinum. Formaðurin í Batafelagnum Naddoddi segði nøkur orð, og prestur, Annika Magnussen Gaard, leiddi løtuna.

 

Eisini segði skiparin á ferðini við Naddoddi nøkur orð, eins og kona hansara segði nøkur orð á hebraiskum.

 

Løtan var kensluborin, og tá skiparin handaði umboðum frá Naddoddi gávu, hálsfevndust teir, og var hetta prógv um tað sum skiparin nevndi, at manningin á ferðini varð móttikin við opnum ørmum á Tvøroyri dagarnar undan ferðini, og vinabond vórðu knýtt.

 

Eftir løtuna við Naddoddaneystið varð farið til minnisvarðan á Torvheyggi, har pláta við navninum á Karlu Dana varð avdúkað.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25## 

 

##med26##