Myndir: Nógv fólk til morgunmat á Viðareiði

Tað hevur verið nógv fólk á Viðareiði í morgun, og tá borðreitt varð við morgunmati frá klokkan 10, mundu flestu sitipláss í tjaldinum vera fultsett.

Tað er av fagrasta veðri á Viðareiði í dag, og nú fyrrapartin hevur Norð Festivalurin bjóðað øllum gestum til ókeypis morgunmat í stóra tjaldinum í bygdini.

 

Tá fyriskiparin, Jógvan Heinesen, róptur Egga, bjóðaði vælkomin, helt hann fyri, at tá fyrsti Norð Festivalur varð hildin í fjør, var av fagrasta veðri.

 

Sama er í dag, nú veðrið er enn betur enn í fjør.

 

- So Guð viti, hvussu veðrið fer at verða næsta heyst, tá vit aftur fara at skipa fyri Norð Festivali, helt hann brosandi fyri.

 

Tað hevur verið nógv fólk á Viðareiði í morgun, og tá borðreitt varð við morgunmati frá klokkan 10, mundu flestu sitipláss í tjaldinum vera fultsett.

 

Síðan tíðliga í morgun hava lokalar kvinnur stákast við at fyrireika morgunmatin, og her hava nógv fólk fingið bæði etandi og leskandi.

 

Fyrireikararnir av Norð Festivalinum siga, at tað er Kjølbro Heilsøla, sum hevur stuðlað við morgunmatinum.

 

Um eina løtu verður ein kúgv flett á Viðareiði, eins og gjørt varð á festivalinum í fjør, og meðan flett verður, verður sagt frá, hvussu hetta verður gjørt.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##