Nú er sáttmálin um nýggja skipið skrivaður undir

Tann fyrsta mai næsta ár fær Strandferðslan eitt nýtt skip

Tann fyrsta mai komandi ár kemur nýggi eykabáturin hjá Strandferðsluni til Føroya. Stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, skrivaði leygardagin undir byggisáttmála við norsku skipasmiðjuna, GS Marine Produksion, um bygging av framkomna bátinum.

 

Skipasmiðjan hevur drúgvar royndir við bygging av hesum bátaslagi, og bygginummarið hjá Strandferðsluni er 49, sigur Strandferðslan.

 

Við eykabátinum fer Strandferðslan at vera før fyri at veita eina enn betri tænastu, hvat túratali, trygd, hentleikum, og grønari rakstri viðvíkur. Báturin fer at ganga 20 míl við ferðafólki og kann bæði sigla upp á ravmagn og gassolju. 96 ferðafólk og 3 persónbilar ella ein stórur bilur fara at rúmast umborð. Sáttmálakostnaðurin er 33,7 milliónir.