Nú kunnu vit bara ferðast til tvey lond í Evropa

- Og til ávísar partar í tveimum øðrum londum. Viðmerkjarar stúra fyri blóðbaði í ferðavinnuni

Nú hava myndugleikarnir í Danmark, enn einaferð hert tiltøkini ímóti koronu. Hesa ferðina hava teir enn einaferð, hert tilmælini um, hvar danir kunnu ferðast.

Myndugleikarnir í Føroyum plaga at fylgja tilmælunum frá donsku myndugleikunum. Og nú er støðan sostatt tann, at

øll verðin er nú appilsinlitt og tað merkir, at myndugleikarnir mæla frá at ferðast yvirhøvur, uttan í bráðneyðugum ørindum.

Tað eru bara tvey undantøk, tí enn ber til at ferðast til Noregs og til Grikkalands. Harafturat ber til at ferðast til ávísar partar í Norðurtýsklandi, og til ávísar partar í Svørvíki, sum enn eru gul og tað merkir, at fólk, sum fara hagar, skulu vísar serligt varsemi.

Myndugleikarnir duga illa at meta um, hvussu leingi hetta fer at halda sær, men teir siga, at vandi er fyri enn fleiri tiltøkum, tí smittan breiðir seg alsamt skjótari um alt Evropa.

Viðmerkjarar stúra fyri ferðavinnuni og onkur stúrir enntá fyri einum sonnum blóðbaði í ferðavinnuni, og at nógvar ferðaskrivstovur fara á heysin. Tey siga, at tiltøkini koma serliga illa við nú, tí tað er akra hesa tíðina, at tær selja skíðferðir í hópatali.