Ì nátt vórðu eingi korona-tilmæli hildin

Tað var sum á ólavsøku í býnum í Havn í óveðrinum í nátt

Í gjár, og í gjárkvøldið hava nógv fólk hildi føstulávint og tí var væntandi, at nakað av fólki fór at at vera í býnum í nátt. Og tað var tað eisini, tí løgreglan sigur, at í miðbýnum í Havn var tað sum á ólavsøku, hóast veðrið var vánaligt við nógvum vindi.

Løgreglan sigur, at tey hildu eyguni eftir, hvussu støðan var á teimum ymsu skeinkistøðunum. Í norðurøkinum, sum er Eysturoy og Vágar, vóru eini 20-40 fólki inni á teimum ymsu skeinkistøðunum.

Men i Havn var støðan ein heilt onnur, tí í Havn vóru skeinkistøðini stúgvandi fult av fólki.

– Summastaðni var so nógv fólt, at løgreglufólkini ikki so frægt sum hættaðu sær inn, sigur løgreglan í morgun.

Tey staðfesta nevniliga, at sostatt vóru einki tilmæli um koronu hildin, tí fólk vóru sum sild í tunnu inn á skeinkistøðunum, og tað var sama støðan úti á gøtunum eftir at skeinkistøðini høvu latið aftur.

Løgreglan sigur, at har tað bar til, royndu tey at minna fólk á tilmælini um koronu, men sum heild var tað sum at tosa fyri deyvum oyrum.

Tilmælini eru, at vit skulu ikki vera meiri enn 20 fólk saman í veistlulag og vit skulu halda okkum minst tveir metrar frá hvørjum øðrum, men tey tilmælini vórðu ikki hildin í nátt, hevur løgreglan staðfest.